Leikarar
Kjartan Hansen
Hamlet
Kjartan (f. 1982) tók sjónleikaraútbúgving í Svøríki í 2010 og arbeiddi síðan eitt ár sum fríyrkisleikari í Svøríki. Kjartan er ein av stovnarunum av Det Ferösche Compagnie og hevur spælt við í leikunum En reise udi Færø, Operation Valentine og REGN, sum m.a. varð framførdur á Festival Iberoamericano de Teatro de Bogotá. Síðan leikárið 2015/16 hevur Kjartan verið fastur partur av sjónleikarahópinum í Århus Teatur. Seinasti leikur, Kjartan var við í Århus Teatur, var Lazarus, sangleikur eftir David Bowie, og longu í februar 2020 stendur hann aftur á palli í Århus í høvuðsleiklutinum Johannes í kenda klassikaranum Ordet eftir Kaj Munk. Seinast føroyingar høvdu høvi at uppliva Kjartan, var í klovnaleikinum Terry'sa Saga, har hann meistarliga lýsti føroyska søgu og samleika.
Kristina Sørensen Ougaard
Ophelia
Kristina (f. 1979) byrjaði at spæla sjónleik í Sjónleikarhúsinum á ungum aldri og fór á dansiskúla á London Contemporary Dance School, The Place, har hon tók prógv í 2005. Eftir hetta fór hon undir at útbúgva seg til sjónleikara á London Drama Centre í 2007-2008 og hevur síðan starvast innan dans og sjónleik burturav. Hon hevur arbeitt nógv uttanlands og turnerað við ymiskum leikbólkum. Vit hava upplivað Kristinu á Tjóðpallinum í m.a. Café Grugg og Aftan á undrið. Kristina er ein av stovnarunum av Det Ferösche Compagnie og var við í leikinum REGN, sum var framført á Festival Iberoamericano de Teatro de Bogotá.
Annika Johannessen
Gertrud
Annika (f. 1963) gekk á leikaraskúlanum í Århus í tíðarskeiðnum 1984-1987 og fekk prógv haðani í 1987. Næstu trý árini starvaðist hon í leikhúsinum í Århus, til hon í 1990 byrjaði á Kongaliga leikhúsinum í Keypmannahavn, har hon var í 14 ár. Síðan tá hevur hon verið fríyrkisfólk. Annika hevur verið við í nógvum ymiskum leikum á palli og í filmum í Danmark, og her heima hava vit seinast upplivað hana í leikunum Sár í sál og Tóm Rúm á Tjóðpalli Føroya.
Sofía Nolsøe Mikkelsen
Claudius
Sofía (f. 1986) hevur útbúgving sum sjónleikari frá Statens Teaterskole í 2011 og hevur havt fast starv í leikhúsinum í Århus síðan 2015. Hon fekk sera gott ummæli frá donskum fjølmiðlum, tá ið hon spældi sín fyrsta stóra høvuðsleiklut sum Selma í sjónleikinum Dancer in the Dark, sum byggir á filmin eftir Lars von Trier undir sama navni. Her heima kenna vit Sofíu serliga frá føroyska ræðufilminum Skuld eftir Heiðrik á Heygum, sum vann Geytan filmsvirðislønina í 2014 og leikinum Sár í sál, sum varð framførdur á Tjóðpalli Føroya.
Hans Torgarð
Polonius
Hans (f. 1969) er leikari, leikrithøvundur, leikstjóri og týðari; hann hevur lokið prógv í Master of Arts í leiklist á Leiklistaháskúlanum í Helsingfors í 1999. Hans hevur havt leiklutir í fleiri filmum, m.a. í íslendsku røðini Trapped eftir Baltasar Kormákur. Her heima hava vit upplivað Hans í nógvum ymiskum leiklutum á Tjóðpalli Føroya, bæði sum leikari og leikstjóri og seinast sum leikstjóri í skemtiliga barnaleikinum um dreingin Vitello. Hans er eisini sera virkin týðari og hevur týtt hesa útgávuna av leikritinum Hamlet eftir William Shakespeare, sum forlagið Stiðin hevur givið út.
Búi Dam
Horatio & Leikstjóri
Búi (f. 1979) er tónleikari, tónaskald, leikari og leikstjóri; hann hevur gingið á tónlistaskúlum í Danmark og Íslandi, umframt tikið eitt ára leikaradiplom á London School of Dramatic Art í 2009 og eitt ár á leikstjóraútbúgvingini á Statens Teaterskole. Sum tónleikari hevur Búi undir heitinum Budam givið út tríggjar fløgur, gjørt eina sjónleikakonsert og turnerað kring heimin. Hann er ein av stovnarunum av Det Ferösche Compagnie, og saman við Dánjali á Neystabø myndar hann eisini leikbólkin Ævintýraferðin, sum í 2009 fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráð. Búi hevur leikstjórnað leikirnar Einaferð var tað eg og Látur Medusu við GUT// Production; seinast vit høvdu høvi at síggja Búa á palli, var fyrr í ár í leikinum Leitanin eftir at vera á Tjóðpalli Føroya.
Búi Rouch
Leartes
Búi (f. 1988) er útbúgvin yrkisdansari á Iwanson International School of Contemporary Dance í München. Búi býr í München og hevur seinastu árini verið virkin sum dansari á m.a Theater Schauburg, Bairisku Statsoperuni og sum fríyrkisdansari og koreografur í mongum leikverkum, sum eru framførd í leikhúsum og festivalum í Týsklandi og aðrastaðni. Harumframt er Búi fakultetslærari í samtíðardansi á Iwanson International og gestalærari á statssjónleikaskúlanum Otto Falckenberg í München. Í Føroyum hava vit upplivað Búa sum dansara í operuni Ljós í ljóðið eftir Kristian Blak í Norðurlandahúsinum í 2016 og í Above and Beyond á Tjóðpalli Føroya í 2018. Búi fekk virðisløn fyri ungt listafólk frá Mentamálaráðnum í 2018.
Mariann Hansen
Gillinkrans
Mariann (f. 1986) hevur útbúgving frá Icelandic Academy of the Arts, Department of Performing Arts í 2015. Mariann hevur staðið á palli í fleiri leikverkum á Tjóðpalli Føroya, seinast í leikinum Sjúkt sunn. Hon er ein av leikarunum og leikmennarunum handan GUT//Productions og hevur eisini royndir sum leikstjóri. Hon hevur havt fleiri høvuðsleiklutir í filmum eftir virðislønta Andrias Høgenni, m.a. Ikki illa meint, sum vann Geytan í 2019. Mariann er eisini javnan við í norðurlendskum leikverkum.